Tíðindi

16.06.2019
Ein fantastiskur dagur í Svínoy

Tað mundu vera eini 700 fólk, sum yvir nakrar dagar høvdu leitað sær til Svínoyar at vera við til løtuna, tá ið minnisvarðin, Dropi í lívsins havi, sum Edward Fuglø hevur gjørt, varð avdúkaður í dag.

Byrjað varð við guðstænastu í kirkjuni, sum var væl meir enn fullsett og nógv fólk stóðu uttanfyri og líddu á hátalarar, sum vórðu settir upp til endamálið. Tað vóru sóknarpresturin, Jóannes Purkhús og bispur, sum prædikaðu - og løtan bleiv eisini hátíðarlig við kórsangi frá 17 Sangarum og “Teimum av Váli”.

 

Við minnisvarðan var drúgv men áhugaverd skrá, har 17 Sangarar løgdu fyri, áðrenn Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu. Síðani varð “So tak tá mínar hendur” sungin sum felagssálmur og eftir tað, greiddi Poul Sivar Olsen frá tilgongdini at reisa minnisvarðan. Edward Fuglø greiddi frá hugskotinum handan minnisvarðan. 

“Tey á Váli” sungu, Heri Joensen, prestur flutti fram røðu, 17 Sangarar sungu, og eftir tað varð minnisvarðin avdúkaður av Bjarna Jacobsen, meðan minnispláta varð avdúkað av Petur Danielsen. At enda lýsti Heri Joensen, prestur, signing og “Tú alfagra land mítt” varð sungin sum felagssangur.

 

Heri Joensen, prestur hevði eina hugtakandi søgu um eina kumpass, ið hann vísti fram, sum tvær ferðir hevði verið við tá ið bátar vóru farnir, men báðu ferð rikin upp á land og fingin aftur. Henda kumpassin er nú í varðveitslu í heimi hansara - í sama skjóldri. Oldurabbi hansara fórst í 1861, tá ið henda kumpassin var við og aftur var við, tá ið báturin fórst við Havsbøll í 1937.

Øll vóru hugtikina av hápoleraða stáldropanum, sum á tí einu síðini hevði skap, sum ein samanlagdur vongur. Á minnisplátuni stóðu 52 nøvn, sum flest eru farin á sjónum – eittans konufólk.

Nøvnini, sum standa á minninplátuni eru heilt aftur frá 1739 og fram til 2001 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin. Kona Árant úti á Bø doyði í skalvalopinum í Gerðum 1745.

Dagurin byrjaði annars við morgundrekka og smyrjibreyð í Gamlagarði og eftir at minnisvarðin varð avdúkaður, varð boðið til suppu í Gamlagarði, sum nógv fólk eisini vitjaðu.

Ritan hevur siglt at kalla allan dag, og hevur alt gingið fyrimyndarliga væl í allar fagrasta og líggjum veðri.

 

Talan hjá Edvardi: Dropi í lívsins havi

Eg fari at byrja við at takka fólkunum í Svínoy fyri, at hava víst mær tann heiður og tað álit, at lata mær upp í hendur at evna hendan minnisvarða yvir tey, sum farin eru av vanlukku í Svínoy seinastu tríggjar øldirnar.

 

Frá byrjan fekk eg fríar teymar, og minnisvarðanevndin hevur alla tíðina verið jalig og opin fyri mínum hugmyndum, sjálvt um tær ikki júst hava verið siðbundnar, men heldur hava ligið á einum meira alternativum bógvi.

 

Skjótt hugsaði eg um havið, sum hevur givið okkum føroyingum so nógv, men so sanniliga eisini tikið.

Tilfar og skap á minnisvarðanum skuldu tillagast hvørt øðrum fyri at undirbyggja hugsjónina um hav og vatn.

Og tilfarið bleiv speglpolerað stál, sum tamt í rundar formar, kann síggja út sum vatn og sum speglar bæði himmal og jørð, og alt har ímillum.

Nágreiniliga skapið á minnisvarðanum er ein døggdropi, sum ofta sæst í bønum tíðliga á morgni ella eina summarnátt sum náttardøgg.

Hesin døggdropin er so, myndaliga tala, lagdur undir sjóneyku og liggur nú ovurstórur her í bønum.

Tá ið vit hyggja nærri at hesum døggdropanum, sum eins væl kundi verið ein dropi í havinum ella kanska eitt tár, gera speglingarnar at ein heilur heimur letur seg upp í rundaða stálinum. 

Ein vatn-sfera. Serlig skap koma til sjóndar í stálinum: ein fevnandi vongur, bylgjur og borðini á einum føroyskum báti, ella hvat nú letur seg upp fyri tí einstaka.

Innan list kallast eitt hugtak Land Art.

Landslagið og umhvørvið spæla tá ein tíðandi leiklut saman við listini, og er tað eisini galdandi her.

Dropi í lívsins havi liggur á einum lítlum teigi í bygdini við býlinginum Úti á Bø í baksýni.

Lendið er so óviðgjørt sum møguligt fyri at styrkja kontrastina í millum tað heimliga og so hetta fremmandalikam, ið komið er her at liggja.

Minnistalvan er gjørd í strongum skapi og úr skornum føroyskum gróti, sum er mattslípað.

Og soleiðis spælir matta talvan upp ímóti runda og blanka dropanum.

Heildarmyndin ella konseptið, tað við at staðseta, ella goyma kundi man eisini sagt, ein slíkan gimstein á eini fjarðari útoyggj í Føroyum, spælir eisini ein stóra leiklut.

Hesin dropin liggur ikki á alfaravegi, tú mást á ferð, vilt tú finna hann.

Sjálvandi er minnisvarðin fyrst og fremst ognaður teimum, sum eru nevnd á minnistalvuni.

Hóast hetta, so útilokar Dropin ikki hin einstaka ella fremmanda, sum helst eisini hevur mist ella ber onkra sorgina.

Tá ein so vitjar her ein vanligan dag, meira ella minni í einsemi, dvøljandi og reflekterandi við minnisvarðan, verður ein í spegilsmyndini av sær sjálvum kanska mintur á at ein, tá alt kemur til alt, kanska ikki er so nógv meira enn ein dropi í lívsins havi.

Minnisvarðin er eitt verk sum umboðar sorgina, men í sorgini býr eisini vónin, og sjálvt um onkur ikki kom aftur, men hvarv í dýpinum, trúgva vit at hesin er fevndur av stóra altinum ella komin í aðra trygga havn.

Og so eru bert minnini  eftir, tey mangan dýrabæru minnini, ið eru at líkna við glógvandi gimsteinar, sum ein ber við sær á lívsleiðini.

Eins og  her í Svínoy, í bygdini sum var, í bygdini sum er, og í bygdini sum fer at verða - bar, ber og fer hon nú at bera minnini við sær í glógvandi dropanum á teiginum Úti á Bø.

At enda ein sálmur úr Halgubók, sum eftir mínum tykki hóskar sera væl til Dropan í lívsins havi og tað, ið hann umboðar.

 

Og er tað Sálmur 17.8, sum ljóðar:

"Varðveit meg sum eygnastein Tín,

fjal meg í veingjaskugga Tínum."

 

 

Takk fyri

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy