Tíðindi

07.08.2019
Góðan Summarfestival 2019

Ein heilsan frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra í samband við Summarfestivalin í Klaksvík 8. - 10. august.

Tiltøk og átøk, sum savna býin er eitt viðri, sum eg virðismeti ómetaliga høgt. Tí tað eru slíkar løtur, at vinnulív, kommuna, handilslív og borgarar veruliga arbeiða fyri sama endamáli, nevniliga at kunnu bjóða gestum nær og fjar vælkomnan til okkara bý, har vit gera okkum út soleiðis, at okkara gestir fáa eina serstaka uppliving.

Tað er ein heilt serlig kensla, tá býurin so smátt verður fyrireikaður til Summarfestivalin. Kampingvognar, bátar, bilar, telt og hópin av gestum seta ein serligan dám á býarmyndina. Borgarar í Klaksvík prýða um sítt heim og kenslan av, at her fer okkurt stórt at henda merkist líkamikið hvønn veg tú vendir tær.

Summarfestivalurin fer í ár av bakkastokki fyri 16. ferð, og hevur Summafestivalurin avgjørt slóðað fyri, tá talan er um at savna fólk í Klaksvík, ja úr øllum landinum. Hóast tað onkur ár hevur verið baldrut, so hava fyriskipararnir havt dirvi til áhaldandi at menna Summarfestivalin. Slíkt áræði eiga vit sum festivalgestir at virðismeta og ikki minst fegnast um.

Søgan hevur víst, at um vøran er góð, so er kundin glaður, og vit kunnu bara ásanna, at vøran er so mikið góð, at fólk í túsundatali velja at vitja festivalin, sum hjá nógvum er vorðin eitt av størstu og bestu hæddarpunktunum um summarið í Føroyum.

Árið í ár er onki undantak, tí skráin til ársins festival er á tremur við spennandi tónleiki úr m.a. Onglandi, Danmark og Noregi. Saman við øllum teimum fantastisku tónleikanøvninum úr Føroyum, ja so vitnar Summarfestivalurin enn einaferð, at fjølbroytni er ómetaliga stórt, og at Summarfestivalurin er tónleikatiltakið, har hittini og fólkini hittast.

Góðu fyriskiparar og góðu vit øll, sum tilsamans skapa Summarfestivalin hvørt einasta ár: hjartaliga til lukku við teimum 16 árunum! Hetta fantastiska tiltakið flýgur framvegis høgt, og lat okkum øll í felag síggja til, at so kann vera í nógv ár afturat.

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, øll somul og góðan Summarfestival.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy