Tíðindi

16.10.2019
Norðoyatunnilin steingir meðan sprongt verður

Í sambandi við at J.K. Petersen, vegna Klaksvíkar Kommunu, fer undir at gera nýtt vinnuøkið sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík, skal væntast at ferðslan í Norðoyatunlinum verður órógvað í styttri tíðarbilum.

Norðoyatunnilin verður stongdur meðan sprongt verður.  Væntað verður at tunnilin steingir í uml. 10 minuttir undir hvørja spreinging. Roknast skal við, at hetta fer at endurtaka seg uml. 25 ferðir næstu tíðina.

Fyrstu ferð sprongt verður, er væntandi í morgin hósdagin 17. oktober.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy