Tíðindi

21.10.2019
Býráðið bjóðar til morgunmat í KÍ-høllini

Spenningurin økist til stóra finaludagin í Gundadali, og nógv fólk síggja fram til dystin, har meistaraheitið verður endaliga avgjørt.

Leygarmorgunin kl. 10:00 bjóðar býráðið inn til morgunmat í KÍ-høllini, har møguleiki verður fyri at koma í KÍ-stemning við eitt nú tónleiki, andlitsmáling, kaffi, sunkist, wienarbreyði og tippikapping.

- Hugskotið við degnum er, at vit fáa samlað so nógvar KÍ-fjepparar og helst allan býin, nú seinasti dystur í árinum verður spældur í Gundadali. KÍ hevur so ótrúliga nógv at siga fyri okkara bý og allar Norðoyggjar, og tí er einki meir nátúrligt enn, at vit standa saman um eitt tiltak sum hett og fáa øll við til at heppa á okkara spælarar. Sum áskoðarar mugu vit geva teimum allan tann stuðul, vit megna, so vit veruliga seta dám á Gundadal hendan avgerandi finaludystin hjá KÍ, sigur ein spentur borgarstjóri.

- Tá ið borgarstjórin ringdi og segði, hvat hann hevði hugsað, so søgdu vit ja beinanvegin, tí hetta er vigtigasti dystur í árinum – kanska í 20 ár, sigur Eyðun Thorgeirsson, nevndarlimur í Bláu Bylgjuni, sum eisini heitir á øll KÍ viðhaldsfólk um at møta fjølment.

- Tað er gleðiligt, at eitt slíkt tiltak verður stáplað upp á beinini. Vit eru øll spent, og sum formaður í KÍ fegnist eg um, at áskoðarar altíð bakka so væl upp um KÍ og vilja KÍ so væl. Tað hevur týdning fyri felagið, og sjálvur haldi eg, at tað hevur eisini sera stóran týdning fyri alla kommununa, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig. 

Tiltakið er lagt til rættis av Klaksvíkar kommunu saman við Bláu Bylgjuni og KÍ, og vóna fyrireikararnir at síggja nógv fólk til hesa hugnaløtu.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy