Tíðindi

24.10.2019
Hjálparfólk til stovueindina á Brekku

Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum hjálparfólki til stovueindina á Brekku. Starvið er 20 tímar pr. viku og er skipa undir dagrøktarleiðaranum. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv á fyrbils 1 ár.

Arbeiðsuppgávurnar eru í samstarvi við námsfrøðingarnar, at
- Skipa gerandisdagin við atliti til barnsins aldur og tørv
- Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum
- Vera virkin í dagliga foreldrasamstarvinum

 

 Vit ynskja, at tú:
- Ert sjálvstøðug/-ur
- Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
- Hevur hug og áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast, trívast og mennast

 

Setanarviðurskifti:
Starvið er leyst at seta frá 1. januar 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðs-gevarafelag Føroya og Føroya pedagogfelag, lønarstig 2-7.

Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á tlf. 22 57 19.

Umsókn: Umsókn saman við prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til dagrokt@klaksvik.fo.
  

Umsóknarfreistin er 1. desember 2019.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars