Tíðindi

07.09.2026
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Dr. Margrethu Barnagarð

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólki, 30 til 37 tímar um vikuna.

  • 1 námsfrøðing til barnagarðsstovu við børnum í aldrinum 3 til 6/7 ár, at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
  • 1 námsfrøðing í farloyvisstarv til vøggustovu við børnum í aldrinum 10 mánaðir til 3 ár. Starvsbyrjan er 1. oktober 2026.
  • 1 hjálparfólk til vøggustovu at byrja skjótast gjørligt.
  • Harumframt søkja vit eftir feriu- og sjúkravikarum.

Um arbeiðið og stovnin

Vit leita eftir tær, sum brennir fyri at arbeiða við børnum og ynskir at vera við til at stuðla teimum í teirra menning og trivnaði. Tað er týdningarmikið, at tú ert umsorganarfull/-ur, hevur tol og evnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í góðum samstarvi við starvsfelagar.

Vit kunnu bjóða tær eitt gevandi arbeiðspláss við góðum starvsfelagum og einum mennandi gerandisdegi saman fittum børnum.

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála.
Meiri fæst at vita við at venda sær til: Marjun Lassen, leiðara, tlf. 212557 ella Hedvig Waagstein, varaleiðara, tlf. 216734


Umsókn

Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. september 2026 kl. 18.00.


Umsókn kann sendast til:

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 12-14
FO-700 Klaksvík

T-postur: margretha@margretha.fo 

Onnur tíðindi
04.09.2026

Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi

04.09.2026

Endur­nýtslan er stongd

03.09.2026

Væleydnað móttøka fyri Logos Hope