Tíðindi
Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár, at byggjast skal eitt spæliland í Klaksvík. Spælilandið verður staðsett millum Tekniska skúla og Svimjihøllina, sum eisini er beint við komandi rennibreytina.
Kristian Eli Zachariasen, formaður í umhvørvis-og-byarskipanarnevndin sigur seg ásanna, at tilgongdin hevur verið long, men tó eisini neyðug, og tí fegnast hann sjálvsagt um, at ætlanin um at byggja eitt spæliland í Klaksvík verður veruleiki.
-Tað er ongin loyna, at nógvir dagar í Føroyum eru baldrutir, men tó er ætlanin við spælilandinum ikki, at spælilandið skal koma ístaðin fyri, at spælt verður úti í náttúruni, sum er eitt fantastikst spælipláss. Hetta er eitt alternativt tilboð til uttandura spæliplássið, sum vit longu eru ríkaði við.
Byggingin byrjar miðskeiðis 2020 og stendur spælilandi væntandi liðugt seinnu helvt í 2021.
Býráðið tók av lægsta tilboðnum, sum var 12,3 mill.














Ferðslukunning í samband við U21 landsdyst

Grundlógardagin verður stongt kl. 12.00

Stongt vegna starvsfólkaútferð
