Tíðindi

21.02.2020
Trolmenn og rækjuvinnan

Leygardagin kl. 15.00 verða trý ymisk innsløg í miðhøllini á Skúlatrøð. Víst verður brot úr filminum Trolmenn, sum sjónvarpssnillingurin, Zacharis Hammer er í ferð við at gera. Somuleiðis fer Helgi Jacobsen, rithøvundur at greiða frá um John Dam, sum var fystur at taka rækjuveiðu við Grønland upp.

Gunnar Nolsøe ger eisini samrøðu við Helga Jacobsen, Árna Dam, Eisenberg Hansen og Kjartan Joensen, skipara og reiðara um ta fyrstu rækjutíðina við Vesturvarða, og skipunum, sum síðani komu.

Helgi Jacobsen, høvundur, fer at hugleiða um tær fyrstu royndirnar hjá John Dam og Vesturvarða eftir rækjum í Grønlandi. Fyrsta árið kom ikki nógv burtur úr, men rækjuvinnan gjørdist í nógv ár týðandi partur í føroyska búskapinum.

John Dam var einaferð spurdur, hvat hann segði til at verða brúktur sum fyrimynd í rækjuvinnuni.

“Tað veit eg ikki. Teir vistu, at rækjur vóru í Grønlandi, tað var ikki bara eg, sum visti tað. Tað var bara ongin, sum fór ígongd við tað. Men tað lønti seg”, svaraði John.

Rækjuveiðan byrjaði sum ein trilvandi roynd, men tá ferð kom á, gekk tað so skjótt, at onkur hevur sagt, at rækjuveiðan ikki var fiskiskapur, men meira at rokna sum gullgravarí.

Men tá Vesturvarði seint á heysti í 1969 skeyt rækjutrolið norðuri við Rivkoll í Vesturgrønlandi, hevði helst fáur varðhugan av, at hetta skuldi gerast byrjanin til eina gulltíð hjá hesin partinum av føroyska fiskiflotanum.

Tann fyrsti rækjutúrurin var mest at meta sum ein roynd, men síðani eydnaðist tað at fáa gongd á fiskiskapin. Miðskeiðis í sjeytiárunum vaks rækjuflotin skjótt og eftir einum 15 árum vóru 18 rækjuskip í hesi vinnuni.

At vera rækjumaður, og ikki at tala um at vera rækjuskipari, gjørdist í Føroyum eitt satt fyribrigdi. Men sum so ofta kann ein framgongd ikki halda á í tað óendaliga. Eisini rækjuvinnan fekk at sanna, at trøini vaksa ikki inn í himmalin.

 

Kvotur settar á fiskiskapin

Í 1977 vórðu kvotur settar á fiskiskapin í Grønlandi og hetta merktist skjótt á veiðuni og útflutninginum. Kvoturnar minkaðu ár undan ári, tí grønlendingar vóru nú sjálvir farnir at fiska rækjur á víðum havi og ta einu tíðina stóð tað nærum hvørjum rækjureiðarí í Føroyum í boði at selja skipini.

Summir seldu og aðrir hugsaðu seg um einaferð enn. Fleiri av teimum, sum ikki seldu, komu best burturúr støðuni, tí tá svartast sá út, funnu føroyingar góð mið í Eysturgrønlandi og við Svalbard og onnur gjørdu nýtiligar avtalur við kanadiskar loyvishavarar um at veiða í kanadiskum sjógvi.

Rækjuflotin hevur havt stóran búskaparligan týdning fyri samfelagið. Hann hevur drigið nógvan pening til landið og nógvar av teimum íløgunum, ið seinni vórðu gjørdar, stavaðu frá avkastinum hjá rækjuflotanum.

 

Samrøður

Eftir framløguna hjá Helgi Jacobsen, hevur Gunnar Nolsøe samrøðu við Helgi Jacobsen, Árna Dam, Eisenberg Hansen og Kjartan Joensen, skipara og reiðara um ta fyrstu rækjutíðina við Vesturvarða, og skipunum, sum síðani komu.

Onnur tíðindi
16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku

11.04.2024

Starvs­fólk til Dr. Margrethu barnagarð

09.04.2024

Rudda í grannaløgum