Tíðindi

25.03.2020
Foreldur frítikin fyri foreldragjaldið

Foreldur skulu ikki gjalda foreldragjald, um børn ikki gera brúk av dagstovnaplássinum í tíðarskeiðinum, har dagstovnarnir veita skerda tænastu vegna Covid-19.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at tað er ikki rætt at krevja foreldrum eftir dagstovnagjaldi fyri dagar, har teirra barn ikki er á stovni, tá ið orsøkin til, at børn teirra ikki eru á stovni, liggur í og við at kommunan, eftir tilráðing frá landsmyndugleikunum, hevur valt í mest møguligan mun at stongja dagstovnatilboðini í kommununi. Hetta er sama mannagongd, ið nýtt var tá ið námsfrøðingarnir fóru í verkfall.

Hetta merkir sostatt, at kommunan í næstum fer at endurrinda foreldragjaldið fyri hetta tíðarskeið til øll foreldur, sum ikki hava brúkt tilboðið. Í teimum førum, har foreldur hava gjørt brúk av ansing, verður endurrindanin lagað eftir hesum.

Enn er ikki greitt, hvussu leingi henda serliga støða fer at halda fram, men tá tað er greitt, verður gjørt upp, hvussu nógv kommunan skal endurrinda fyri hvørt einstakt barn vegna mista tænastu.

 

Tiltøkini halda fram til og við 13. apríl

Landsmyndugleikarnir hava boðað frá, at teir mæla til, at hildið verður fram við verandi tiltøkum ímóti útbreiðsluni av Covid-19 smittuni, herundir at kommunurnar leingja síni tiltøk á dagstovnaøkinum fram til og við 13. apríl.

Í tráð við hesi boð frá landsmyndugleikunum fara dagstovnarnir í Klaksvíkar kommunu framhaldandi at veita avmarkaðar tænastur fram til ásettu dagfesting frá landsmyndugleikunum.

Sostatt verður framhaldandi møguligt hjá foreldrum, ið ikki hava aðrar møguleikar, at fáa síni børn ansaði.

Onnur tíðindi
16.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

15.07.2025

Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík

10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ