Tíðindi

17.04.2020
Broytingar í Almennu Byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verða við hesum uppskot til broytingar í Almennu Byggisamtyktini fyri Klaksvíkar Kommunu framlagdar til alment eftirlit.

Mál nr. 20/00048: Økispartur A1 á Norðoyri
Verandi økisáseting fyri minsta mark grundøki, sum er “300 m2 fyri vanlig sethús og 200 m2 fyri
samanbygd hús” verður broytt til “300 m2 fyri vanlig sethús og 150 m2 fyri samanbygd hús og íbúðir”,

Mál nr. 19/00481: Økispartur B14 í Ánunum
Økismarkið í sunnasta parti av B14 verður flutt nakað út í sjóøki, samstundis sum ásetingin fyri allan
økispartin verður tillagað.

Mál nr. 20/00058: Nýtt grønt økið, D41
Nýggja D‐økið, strekkir seg frá býlinginum millum Hjalla og oman á Skáltavegin. Somuleiðis verður
almenn parkering skipa á útlagt økið. Áleið 7000m2 av A18 (Blandað íbúðar‐ og vinnuendamál)
verður broytt til D41 (Grønt øki).

Sí nærri lýsing av her: Økisbløð A1, B14, D41.pdf


Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit í Miðlan frá 17.04.2020 til 08.05.2020 og eru somuleiðis
at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.
Møgulig mótmæli (kæruvegleiðing) ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi
29.05.2020.

Klaksvíkar Kommuna
Boks 2
710 Klaksvík
e‐post: klaksvik@klaksvik.fo

Klaksvík 17.04.2020
Klaksvíkar Býráð

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn