Tíðindi

22.05.2020
Tilmelding til summaransing 2020

Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Tilmeldingin til summaransing er opin til og við mánadagin 8. juni.

Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á summaransing. Ein tílík skipan krevur góða planlegging, tí har eru bæði nógv børn og starvsfólk, sum skulu halda sína summarferiu.

Foreldur verða tí biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing. Fráboðanin skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. juni 2020. 

Melda til her: Summaransing 2020

Onnur tíðindi
26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík

19.03.2026

Námsfrøð­ingar ella hjálpar­fólk