Tíðindi

23.09.2026
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggum

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum søkir við hesum eftir sosialráðgeva til fast starv at byrja 1. novembur 2026 ella skjótast tilber. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um allar Norðoyggjar. Umsitingin hjá barna-verndartænastuni heldur til í Klaksvík og húsast saman við Trivnaðardeildini Børn & Ung hjá Klaksvíkar kommunu. Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, ein fakligur samskipari, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni, fakliga samskiparanum og starvsfólkum á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin sosialráðgevi ella líknandi.
  • Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur.
  • Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur.
     

Arbeiðsuppgávan fevnir m.a. um:

  • málsviðgerð av barnaverndarmálum.
  • at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum
  • at ráðgeva barnaverdarnevndini í lóg um Barnavernd
  • at fyrireika mál til nevndarviðgerð
  • at seta í verk fyriskipanir og fylgja teimum upp
  • at virka sum samskipari í málum, har fleiri myndugleikar eru við
  • at samstarva tvørfakliga
  • Somuleiðis skal tann, ið verður settur, vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
  • megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
  • megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
  • hevur gott yvirlit og dugir at samskipa og leggja til rættis
  • hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • er fleksibul
  • tolir at arbeiða undir trýsti
     

Vit bjóða tær: Eitt gott arbeiðspláss við einum góðum starvsfólkahópi, har við raðfesta sosial tiltøk og trivna. Tú fært møguleika fyri fakligari menning og supervisión.

Setanarviðurskifti: Talan er um eitt fast starv á 35 tímar um vikuna. Lønar- og setanarviðurskifti eru smb. sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið, lønarflokk 7/BA.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621 ella teldupost tonja@klaksvik.fo. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn: Umsókn, saman við avriti av prógvi, CV, reinari revsiváttan og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinast 7. oktobur 2026.

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilir Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Tú søkir starvið við at trýsta á lenkjuna her: Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggum

Onnur tíðindi
21.09.2026

Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali

16.09.2026

Róðrarneystið verður nýtt til nógv ymisk endamál

14.09.2026

Rúmdarfyrilestur v/­David Arge Klevang í Varpinum