Tíðindi

25.05.2020
Námsfrøðingar til Mylnuhúsið

Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum og góðum starvsfeløgum. Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Talan er um tvey størv, at byrja 10. august 2020.

Í Mylnuhúsinum verður arbeitt við spor pedagogikki. Hendan tilgongdin krevur forvitni og áhuga fyri námsfrøðiliga arbeiðnum, og tí er tað umráðandi, at komandi starvsfólk hava eitt opið sinn og eru sinnað at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir.
 

Vit vænta at tú:

·         Ert opin fyri nýhugsan
·         Dugir at síggja møguleikar fram um mørk
·         Virkar fyri einum góðum samstarvi við foreldur og starvsfelagar


Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn
Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. juni. 2020, og skulu stílast til: mylnuhusid@klaksvik.fo ella sum bræv til Mylnuhúsið, Mylnugøta 10, 700 Klaksvík.
Talan er um tvey størv á 30 tímar, har møguligt at fáa fleiri tímar í tí eina starvinum.

 

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Maju Højsted, leiðara á tlf. 457788 ella 237710. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarka starv.

 

Um Mylnuhúsið
Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagørðum, har vit dagliga taka ímóti tilsamans 60 børnum í aldrinum 0 – 6 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum, og vit eru serliga upptikin av sporunum, sum upptaka børnini.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði tekur útgangsstøði í barninum, og sporini nýta vit, til at leggja verkætlanir, aktivitetir og spøl í gerandisdegnum til rættis.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy