Tíðindi

02.06.2020
Rudda og snøgga til norðoyastevnu

Sum siðvenja er, verður heitt á borgarar í Klaksvíkar kommunu at rudda í døgunum undan norðoyastevnu. Hóast norðoyastevnan í ár ikki er sum vant, so er kortini gott, at býurin og bygdirnar í kommununi verða ruddaðar og snøggaðar. Tí hevði tað verið gleðiligt, um borgarar rudda og snøgga rundan um húsini og í nærumhvørvinum.

Umhvørvisátakið Slóða fyri hjá Klaksvíkar kommunu stendur fyri at skipa ruddingardagarnar.

At rudda er gott fyri likam og sál. Vit eru virkin úti í frískari luft, vit taka tøk saman, eru hugbundin og vit frøast um broytingarnar í tí smáa og stóra – alt hetta er í samsvari við tilmælini frá ABC sálarheilsu og heimsmálini fyri burðardyggari menning.

Rusksekkir kunnu heintast í Miðlan frá hósdegnum 4. juni kl.10.00 og til fríggjadagin kl. 12.00. Posar kunnu takast eftir tørvi, men í mesta lagi verður ein rulla útflýggjað. Tá ið liðugt er at rudda, verður heitt á borgarar um, at vinarliga stilla rusksekkirnar við vegjaðaran, soleiðis at teir eru sjónligir. Best er, um fleiri rusksekkir verða samlaðir á sama stað, til dømis eitt ella tvey støð á hvørjari gøtu. Ein lastbilur hjá kommununi heintar sekkirnar fríggjadagin seinnapart ella mánadagin.  

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy