Tíðindi

04.06.2020
Námsfrøðingar til Drotning Margrethu Barnagarð

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020. Arbeiðstíðin á dagstovninum er ímillum kl. 7.30 og 17.15. Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár aldur.

Okkum tørvar:

1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð).
1 námsfrøðing á 30 tímar um vikuna.
1 námsfrøðing á 30 tímar um vikuna (Starvið er tíðaravmarkað fyri námsfrøðing í barsilfarloyvi).


Vit vænta av tær:

• at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
• at tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
• at tú vilt menna tað námsfrøðiliga arbeiðið, og at tú virkar fyri einum fakligum høgum støði
• at tú tekur ábyrgd og hevur yvirlit
• at tú ert sjálvstøðug/ur og kanst taka avgerðir
• at tú ert kveikjandi fyri børn og starvsfólk
• at tú ert flexibul

 

Umsókn og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita við at venda sær til Marjun Lassen, leiðara, á tlf. 455557 / 212557 ella Dianu Bertholdsen, varaleiðara, á tlf. 556648. Umsøkjarin skal kunna tola broytingar í arbeiðsuppgávum.

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 18.juni 2020 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til margretha@margretha.fo, ella sum vanligt bræv til Dr. Margrethu Barnagarður, Gerðagøta 14, 700 Klaksvík.
Um ongin námsfrøðingur søkjir, vera hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setunarsamrøður verða eftir ætlan í viku 26.

 

Drotning Margrethu Barnagarður er ein sjálvsognarstovnur, normeraður til 115 børn í aldrinum 0 til 6 ár. Tú kanst lesa meir á heimasíðuni  www.margretha.fo

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy