Tíðindi

03.07.2020
- Øll børn og ung hava eina týðandi rødd

Tað varð ein av niðurstøðunum frá verkstovunum, sum starvsfólk, ið starvast innan barna- og ungdómsøkið, børn, ung, foreldraráð, ítróttarfeløg, frítíðarfelagsskapir og aðrir viðkomandi partar, komu fram til, tá ið endurskoðaðu barna-og ungdómsvirðini í vikuni vórðu handaði Beintu Klakstein, forkvinnu í trivnaðarnevndini børn & ung.

Marjun Eystberg, frá ráðgevarafyritøkuni INPUT, hevur saman við starvsfólkum á trivnaðarøkinum staðið fyri arbeiðinum, sum í stuttum staðfestir, at Klaksvíkar kommuna eigur at virka fyri einum tryggum umhvørvi, har dentur verður lagdur á trivnað, menning, samstarv og ávirkan.

Beinta Klakstein sigur, at um vit skulu náa hesum málsetningi, so hevur tað týdning, at vit skapa góðar karmar, soleiðis at starvsfólk saman við teimum, sum varða av barninum, og tí unga, við eldhuga kunnu virka fyri hesum.

- Eg eri ógvuliga fegin um hesa tilgongdina, har ómetaliga nógv gott er blivið sagt. Serliga haldi eg, at áminningin um, at vit eiga at taka útgangsstøði í førleikum og áhuga hjá tí einstaka, er góð. Tað krevur nevniliga, at vit geva okkum stundir at lurta, eygleiða og samstarva.

- Øll børn og ung hava serstakar eginleikar. Tí skulu vit sjálvsagt skapa góðar karmar fyri møguleikanum at lurta, eygleiða og samstarva, soleiðis at børnini og tey ungu støðugt kunnu mennast aldurstilsvarandi, sigur Beinta Klakstein. 

Fleiri ymiskar verkstovur hava verið í hesari tilgongdini, har viðkomandi partar hava fingið høvi til at endurskoða barna- og ungdómsvirðini, sum Klaksvíkar kommuna orðaði í 2014. Úrslitið av hesum varð lagt fram á einum kunnandi fundi fyri m.a. býráðslimum, og verða seinni í ár løgd fyri trivnaðarnevndina børn & ung til samtyktar.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy