Tíðindi

28.08.2020
Serlig krøv um nýtslu av fýrverki

Skot av fýrverki, sum verður skotið aðrar dagar enn 31. desember, krevur loyvi frá fútanum.

Fýrverk verður javnan nýtt í sambandi við veitslur og serligar hátíðarløtur, og ráð eru fyri tí. Men skal fýrverk sendast onnur tíðspunkt enn á nýggjárinum, so krevur tað loyvi frá fútanum, sum eisini kann revsa við bót, um hendan forskriftin ikki verður fylgd.

Eldri fólk, børn og djór kunnu serliga hava ampað av, at skotið verður við fýrverki út á kvøldarnar, og tí minnir Klaksvíkar kommunu sínar borgarar á, um ikki at skjóta fýrverk uttan so, at loyvi er givið frá fútanum, sum eisini skal hava kunning um, hvussu mikið og hvussu fýrverkið skal vera nýtt.

Boðast skal frá hjá politinum umvegis teldupost ella telefon. 

Á heimasíðuni hjá arbeiðs- og brunaeftirlitinum ber til at lesa um fýrverk, har víst eisni verður til kunngerð um fýrverk. 


 

Onnur tíðindi
04.08.2025

Ferðslan á summar­festivali­num 2025

04.08.2025

Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna

30.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

25.07.2025

Endur­nýtslan stongd á Ólavsøku