Tíðindi
Valevnislistar til kommunuvalið 10. november 2020 skulu vera kommununi valnevndarforkv. í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. oktober 2020 kl. 18.00.
Stillarar
Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Listin skal vera latin inn av einum stillara.
Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann strikaður á øllum listunum.
Valevni
Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygdarráðslimum, ið skulu verða valdir. Í Klaksvíkar kommunu kunnu tað vera upp til 15 valevni á hvørjum valevnislista.
Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður valevnið strikað av listanum. Ein persónur kann bert vera uppstillaður á einum lista.
Eru spurningar, kunnu tit ringja til Miðlan á tlf.41 00 00 ella til Svanhild Isaksen, valnevndarforkv. á tel. 216964
Lesið meira her:
Umhvørvis- og vinnumálaráðið – Bóklingur til kommunuvalið 2020
Umhvørvis- og vinnumálaráðið – Valevnislisti (vegleiðandi dømi)

Rottangatøming í Svínoy

Ferðslukunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram
