Tíðindi

23.10.2020
Fyrilestur á Skúlatrøð: Frá matleivdum til mold

Klaksvíkar kommuna er, saman við IRF, farið undir eina verkætlan at bjóða borgarum eitt sett av Bokashi spannum, soleiðis at húsarhald kunnu endurvinna matleivdir við hús. Fyrstu 100 spannirnar eru deildar út, og mánadagin 26. okt. kl. 17.00 fer Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, at greiða frá um nýtslu av Bokashi spannum. Eftir fyrilesturin hava borgarar møguleika at bíleggja fleiri spannir.

Hvat er Bokashi?
Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir heima við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum). Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1kg av kompostger.

Fyrilesturin verður kl.17.00 í nýggi miðhøllini á Skúlatrøð

Øll eru hjartaliga vælkomin

Les meira her:
Matleivdir heima við hús 
IRF: Stutt um Bokashi

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy