Tíðindi

27.11.2020
Vilt tú vera við til at mynda dagstovnaøkið?

Klaksvíkar kommuna leitar eftir einum eldhugaðum samskipara til dagstovnaøkið at byrja skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi. Høvuðsuppgávan verður at skipa og menna dagstovnaøki, sum fevnir um 6 stovnar og áleið 500 børn í aldrinum frá 0 ár til og við 2. skúlaflokk.

Barnaansingarsamskiparin húsast í Húsinum á Fornagørðum, har barnaverndartænastan, námsfrøðiliga ráðgevingin, sálarfrøðingur eru savnað í einum fakliga mennandi umhvørvi innan barnaøkið, og kemur tú at hava ein týðandi leiklut í menningini av dagstovnunum í Klaksvíkar kommunu.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar og leiðsluviðkomandi uppgávur, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tú kemur í samband við ymiskar starvsbólkar, og kemur at virka sum bindilið millum stovnar og umsitingina á trivnaðarøkinum. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar, umframt at royndir innan skynsama fíggjarstýring, innlit í verandi lóggávu, faklig mál og rák innan økið, eru ein fyrimunur.

 

Arbeiðsøkið og aðrir førleikar: Samskiparin skal brenna fyri tí samlaða barnaøkinum, og tí vænta vit, at umsøkjarin:

  • Megnar at tryggja eitt fakliga mennandi umhvørvi
  • Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
  • Er strategiskur og fúsur at royna nýggjar leiðir
  • Megnar at samstarva við politiska myndugleikan
  • Hevur eitt jaligt og virðiligt menniskjasýni
  • Megnar at stjórna, menna og skapa úrslit
  • Fíggjarstýring av barnaansingarøkinum
  • Hevur førleikar at gera fyrisitingarligt arbeiði innan málsøkið
  • Dugir at orða seg í skrift og talu

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til John Færø, trivnaðarstjóra, tlf. 222216 ella jf@klaksvik.fo ella Tonju Sonhardsdóttir, varatrivnaðarstjóra, tlf. 287621 ella tonja@klaksvik.fo.  

Setanartreytir til starvið: Søkt verður eftir persóni við námsfrøðiligari útbúgving. Viðkomandi hægri útbúgving og/ella viðkomandi royndir kunnu geva fyrimun. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og avvarandi fakfelag.

Umsóknarfreist: Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. desember 2020 og skulu sendast til starv@klaksvik.fo. 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy