Tíðindi

27.11.2020
Jólakortið 2020

Jólaskipið hjá Jóasi Hansen fer í ár at prýða jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- Heimatænastu.

Seinastu árini hava børn í frítíðarskúlanum Snjallubjallu, og nú eisini Garðalisu, luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Tá ið freistin var farin, vóru nærum 100 tekningar komnar inn, og vinnarin gjørdist 7 ára gamli Jóas Hansen, sum gongur í 1. b á Skúlatrøð. 

Fyrr í vikuni vitjaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, í Sjallubjallu og í Garðalisu, har hann handaði Jóasi eina gávu og fyrsta jólakortið.

Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskja Jóasi hjartaliga til lukku, og takka børnunum fyri tær mongu vøkru tekningarnar, sum komu inn.

Onnur tíðindi
27.10.2025

Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til taðing í Kalsoy

10.10.2025

Útbyggja Baldursbrá

08.10.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur