Tíðindi

30.11.2020
Býráðið samt um fíggjarætlanina fyri komandi ár

Rennibreytin skal verða liðug í komandi ári, og gongd skal setast á fleiri spennandi verkætlanir, sum m.a. fara at gera ítróttarøkið til ein áhugaverdan ítróttardepil fyri bæði borgarar og vitjandi.

Vitjanartalið í Klaksvíkar svimjihøll er voksið støðugt síðani vælveruøkið í svimjihøllini lat upp fyri góðum tveimum árum síðani. Nú verður økið uttanfyri eisini gjørt liðugt, og merkir tað, at gjørt verður klárt til eitt uttandura sauna, eina terassu og ein heitan útipott.

Harumframt eru pengar settir av til liðugtger av rennibreytini, spæliland, sitipláss við Djúpumýru, fyrireikingararbeiði til fimleikahøll og til kappróðrarneyst niðri í miðbýnum.

Klaksvíkar býráð hevur raðfest 78,2 mió.kr. til íløgur komandi ár. Somuleiðis hevur býráðið samtykt, at skattaprosentið verður óbroytt 20,75%, og barnafrádrátturin 5.500 kr.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy