Tíðindi
Klaksvíkar kommuna er í stórari menning. Tekniska fyrisiting hevur ein týðandi leiklut í sambandi við tær stóru fysisku broytingar, sum fara fram í býnum og kommununi annars. Hjá byggi- og býarplanssamskipara er fremsta uppgávan at skipa hesar uppgávur á tekniska økinum, sum m.a. fevna um lendisviðurskifti, matrikkulering, umhvørvismál og annað.
Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað at:
- skipa dagligu uppgávurnar í býarskipanartoyminum
- vera við at gera menningarætlanir fyri býin/kommununa við atliti at teknikki, umhvørvi og sniði
- gera støðulýsingar og standa á odda fyri ymiskum verkætlanum
- málsviðgerð í samband við m.a. umhvørvis- og lendisspurningar v.m.
- samskifta við ymiskar fakbólkar, myndugleikar og borgarar
Vit sóknast eftir einum starvsfólki, sum:
- hevur viðkomandi útbúgving (t.d. sivilverkfrøðingur innan býarmenning e.l.)
- hevur royndir innan kommunala fyrisiting og skil fyri politiskari og kommunalari býarskipan
- góðan kunnleika til telduforrit, sum verða nýtt á tekniska økinum (AutoCad, Adobe, ArcGIS o.o.)
- er framfýsin og vil menna býin/kommununa
- strembar eftir at veita eina góða tænastu
Persónligir førleikar:
Vit ímynda okkum, at tú hevur góðar samstarvseginleikar, ert íðin og virkin í at luttaka í verkætlanar-arbeiði, umframt at tú megnar at samskipa arbeiði millum ymsar fakbólkar. Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum er ágrýtin, framsøkin og jalig/ur fyri nýggjum avbjóðingum. Royndir innan tílíkt arbeiði kunnu vera ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 15. februar 2021 ella eftir nærri avtalu. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við Akademikarafelagið. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Bech, tekniskan stjóra, á tlf. 410034.
Umsókn
Umsókn saman við prógvi, lívslongdarlýsing (CV) og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: starv@klaksvik.fo ella sum bræv til Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík. Mrk. umsóknina ‘Byggi- og býarplanssamskipari’.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. januar 2021 kl. 12:00.

Fólkatingslimir á vitjan

Skráin er tøk!

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag
