Tíðindi

16.07.2025
Ferðslukunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

Í morgin kl.19.45 er dystur millum KÍ og SJK Seinäjoki. Í hesum sambandi verður Bøgøta stongd frá kl. 18.00 til 22.00. Býarbussurin koyrir ikki eftir Bøgøtu hetta tíðarskeiðið.

J. Waagsteinsgøta verður eisini stongd frá kl. 8.00 til kl. 22.00. Ferðslan verður leidd fyri foreldur og avvarðandi, ið skulu við børnum í Dr. Margrethu barnagarðin. 

Dyrnar til dystarøkið lata upp kl.18:45, og tær verða latnar aftur kl. 20:00 stundisliga.

Til ber at keypa atgongumerki her: Atgongumerki KÍ og SJK Seinäjoki 

Onnur tíðindi
01.09.2025

Grund­stykkjasølan er byrjað

28.08.2025

Melda til heilsufótbólt 2025

26.08.2025

Avtaka grund­stykkjalistan!

25.08.2025

Atlantic Fair 2026 í Klaksvík