Tíðindi

08.01.2021
Byggi- og býarplanssamskipari til Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkar kommuna er í stórari menning. Tekniska fyrisiting hevur ein týðandi leiklut í sambandi við tær stóru fysisku broytingar, sum fara fram í býnum og kommununi annars. Hjá byggi- og býarplanssamskipara er fremsta uppgávan at skipa hesar uppgávur á tekniska økinum, sum m.a. fevna um lendisviðurskifti, matrikkulering, umhvørvismál og annað.

Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað at:

  • skipa dagligu uppgávurnar í býarskipanartoyminum
  • vera við at gera menningarætlanir fyri býin/kommununa við atliti at teknikki, umhvørvi og sniði
  • gera støðulýsingar og standa á odda fyri ymiskum verkætlanum
  • málsviðgerð í samband við m.a. umhvørvis- og lendisspurningar v.m.
  • samskifta við ymiskar fakbólkar, myndugleikar og borgarar

 

Vit sóknast eftir einum starvsfólki, sum:

  • hevur viðkomandi útbúgving (t.d. sivilverkfrøðingur innan býarmenning e.l.)
  • hevur royndir innan kommunala fyrisiting og skil fyri politiskari og kommunalari býarskipan
  • góðan kunnleika til telduforrit, sum verða nýtt á tekniska økinum (AutoCad, Adobe, ArcGIS  o.o.)
  • er framfýsin og vil menna býin/kommununa
  • strembar eftir at veita eina góða tænastu

Persónligir førleikar:

Vit ímynda okkum, at tú hevur góðar samstarvseginleikar, ert íðin og virkin í at luttaka í verkætlanar-arbeiði, umframt at tú megnar at samskipa arbeiði millum ymsar fakbólkar. Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum er ágrýtin, framsøkin og jalig/ur fyri nýggjum avbjóðingum. Royndir innan tílíkt arbeiði kunnu vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett 15. februar 2021 ella eftir nærri avtalu. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við Akademikarafelagið. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Bech, tekniskan stjóra, á tlf. 410034.

Umsókn

Umsókn saman við prógvi, lívslongdarlýsing (CV) og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: starv@klaksvik.fo ella sum bræv til Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík. Mrk. umsóknina ‘Byggi- og býarplanssamskipari’.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. januar 2021 kl. 12:00.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu