Tíðindi
09.07.2025
Ferðslukunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ
Í morgin kl. 19.45 er dystur millum NSÍ og HJK Helsinki. Í hesum sambandi verður Bøgøta stongd frá kl. 18.00 til 22.00. Í hesum tíðarskeiði koyrir býarbussurin ikki eftir Bøgøtu.
J. Waagsteinsgøta verður eisini stongd frá kl. 8.00 til kl. 22.00. Ferðslan verður leidd fyri foreldur og avvarðandi, ið skulu við børnum í Dr. Margrethu barnagarðin.
Dyrnar til dystarøkið lata upp kl. 18:45, og tær verða latnar aftur kl. 20:00 stundisliga.
Til ber einans at keypa atgongumerki her: NSÍ - HJK Helsinki
Onnur tíðindi

07.07.2025
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025
Ferðslukunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi

04.07.2025