Tíðindi

11.01.2021
Karl Johansen farin til verka

Karl Haldorsson Johansen hevur í dag havt fyrsta arbeiðsdag í sessinum sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Komandi fýra árini fer Karl Johansen í samstarvi millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi at manna Klaksvíkar býráð.

Karl Johansen sigur, at hetta er ein dagur, sum hann hevur sæð fram til við stórum spenningi. At fáa í lut borgarstjórasessin í næststørstu kommunu í landinum er ein stór, men sera spennandi uppgáva.

- Eg havi heilsað uppá fleiri starvsfólk í umsitingini í morgun, og eri eg ómetaliga glaður fyri, at starvsfólkini hava tikið so væl ímóti mær. Tað mesta er nýtt fyri mær, og tí hevur tað nógv at siga, at móttøkan í dag hevur verið so góð.

- Nógv er at seta seg inn í, men tað er mín vón, at eg innanfyri stutta tíð komi runt á ymisku deildirnar í kommununi soleiðis, at eg fái høvi at hitta øll starvsfólkini.

Skipað varð fyri einari lítlari móttøku, tá Karl møtti til arbeiðis í morgun. Kommunustjórin, Tummas T. Eliasen, bjóðaði vælkomin og Karl nýtti eisini høvi at heilsa starvsfólkunum, har hann bæði skemtaði og tryggjaði starvsfólkunum, at í góðum samstarvi verður farið undir eina spennandi tíð, har borgarin veruliga skal merkja, at borgarin er í miðdeplinum.

Karl Johansen er føddur 22. juni 1954.  Karl Johansen er giftur við Jóruni Ljósstein, og saman hava tey døturnar Annika Karlsdóttir Ljósstein og Durita Ljósstein Johansen.

Karl Johansen var útlærdur politistur 1. januar í 1979 og í 2006 bleiv hann eisini sýslumaður í Norðoyggjum. Harumframt hevur Karl bæði siglt við línu-, trol-, og snellubáti. Eitt skifti starvaðist Karl eisini hjá Kanjon og sum kokkur umborð á snellubáti undir Íslandi.

Karl Johansen hevur í mong ár verið virkin í ítróttinum. Serliga hevur tað verið í hondbóltinum, men Karl hevur eisini spælt fótbólt og var m.a. á besta liðinum hjá KÍ í 1981.

Klaksvíkar kommuna ynskir Karl H. Johansen hjartaliga til lukku við borgarstjórasessinum og ynskir Karli blíðan byr í starvinum.

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu