Tíðindi

10.02.2021
Steinbjørn handaði lykilin eftir 24 ár í býráðnum

Steinbjørn O. Jacobsen, sum hevur sitið í býráðnum fyri Tjóðveldi í heili 24 ár, var í gjár og handaði lykilin til Karl H. Johansen, borgarstjóra. Eftir seinastu býráðssetu valdi Steinbjørn at takka fyri seg í býráðshøpi.

Í gjár var Steinbjørn og heilsaði uppá borgarstjóran og handaði honum lykilin, sum hann hevur havt í varðveitslu hesi 24 árini. Steinbjørn varð fyrstu ferð valdur í býráðið í 1997 og hevur sostatt verið býráðslimur í seks setur.

Hesi árini Steinbjørn Jacobsen hevur verið í býráðnum, hevur hann verið borgarstjóri í tvey býráðsvalskeið, 2001-2004 og 2005-2008, umframt at hann eisini hevur verið varaborgarstjóri í sjey ár.

Steinbjørn var m.a. borgarstjóri tá Norðoyatunnilin varð skotin ígjøgnum, og stendur tann menningin, frá Klaksvík sum útjaðara til meginøki, sum ein av mongu varðunum eftir Steinbjørn Jacobsen, nú hann hevur takkar fyri seg í býráðs politikki.

Klaksvíkar kommuna ynskir Steinbjørn O. Jacobsen blíðan byr framyvir, og takkar honum fyri trúgva og trúfasta tænastu.

Onnur tíðindi
07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús

04.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 5. mai

02.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst