Tíðindi

15.04.2021
Grótbrotið fingið nýggja maskinu

Herfyri samtykti býráðið at útvega eina nýggja maskinu til Grótbrotið. Í dag kom so nýggja snotiliga maskinan, sum er útvega av Away bilar og maskinur í Hvalvík. Talan er um ein Volvo L150H.

Við hesi nýggju maskinuni vera arbeiðsumstøðurnar í grótbrotinum munandi betraðar. Tað eru 18 ár síðan at ein nýggj maskina seinast varð keypt til Grótbrotið, og nýggja maskinan er tí ein týðandi liður í at endurnýggja útgerð og maskinur í kommununi.

-          Tankin er eisini at hendan maskinan kann vera við í kavaruddingini framyvir, fyrst og fremst á havna- og vinnuøkinum, men eisini onnur støð, har hon hóskandi kann nýtast, sigur Atli S. Justinussen, formaður í havna- og vinnunevndini.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy