Tíðindi

05.05.2021
Reingerðarfólk til Mylnuhúsið

Klaksvíkar kommuna søkir eftir reingerðarfólki til dagstovnin Mylnuhúsið. Mylnuhúsið heldur til á tveimum bústøðum, Útistovu úti í Grøv og Mylnuhúsið á Mylnugøtu. Talan er um stovn við einari vøggustovu og tveimum barnagarðsstovum, umframt einum útibarnagarði. 14 starvsfólk starvast á stovninum.

 

Arbeiðsuppgávur

Daglig reingerð, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð.

-         Vaskað verður eftir at børnini eru farin heim.

-         Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum.

-         Sum persónur ert tú røkin, arbeiðsom/samur og samstarvssinnað/ur. 

-         Starvið tillagar seg nýtsluna á stovninum.

-         Dentur verður lagdur á góða samstarvið ímillum øll starvsfólk í Mylnuhúsinum

 

Setanarviðurskifti

Talan er um tímalønt starv upp til 25 tímar um vikuna, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu/mannafelag.

Møguleiki er eisini at deila arbeiðið upp í tvey størv við færri tímum hvør. Viðmerk í umsóknina, um tú ert áhugað/ur í reingerð av øllum dagstovninum, ella í einum minni parti.

Vaskast kann ímillum klokkan 16.30 og 22.00

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hansinu F. Joensen tlf. 225070 ella Maju Højsted á tlf. 237710

Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 19. mai 2021

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her: ”Reingerðarfólk”.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy