Tíðindi

12.05.2021
Virkið Vár allan mánaðin

Seinasta leygardag setti Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini, Virkið vár, sum er eitt átak, sum skal eggja borgarum at brúka býrúmið og náttúruna og harvið fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar.

Ein liður í hesum átakinum er at sjónligera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum.

Hesa vikuna kunnu vit vísa á, at Kristi himmalsferðardag kl. 14.00 skipar Norðoya Gongufelag fyri túri eystur í Hópin, har Jógvan Ravnsfjall verður ferðaleiðari. Gingið verður frá Núpinum og eystur eftir niðaru gøtu um Torvadalsgjógv til toftirnar í Hópinum og eisini eystur til Bergrætt og rættina í Skorti.

Leygarmorgunin 15. mai kl. 11.00 skipar Treysti fyri tiltakinum “Renn ella gakk”. Byrjað verður uttanfyri Norðoya Sparikassa, og runnið ella gingið verður 15 minuttir, áðrenn vent verður aftur til Norðoya Sparikassa.  

Tiltøkini eru ókeypis og øll kunnu luttaka.

22. mai verður m.a. stovnandi aðalfundur hjá einum nýggjum súkklufelagið í Klaksvík, og skipað verður fyri heilt serligum súkkluvirksemi til bæði royndar og óroyndar súkklarar. Tiltakið verður inni og uttanfyri Skúlatrøð.

Eisini verður Silvarenning fyri børn hendan dagin.

29. mai kemur Maud Wang Hansen at hava eina verkstovu, sum eitur Spírar, har familjur hava møguleika at planta gróðurkvistar í smáar pottar.

Meira verður at frætta um hesi tiltøkini í komandi viku.

Undir heitinum Virkið vár verður sostatt varpað ljós á tiltøk í býnum, sum eru heilsufremjandi kropsliga og sálarliga.

Kunning um onnur tiltøk í tíðarskeiðinum 8. mai til 5. juni, kunnu sendast til Duritu Samuelsen umvegis duritas@klaksvik.fo.

 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy