Tíðindi

12.05.2021
Atlantic Fair aftur á skrá í 2022

17. – 19. mai 2022 verður Føroya størsta vinnuframsýning aftur í Klaksvík. Altjóða vinnu- og vørusýningin varð sum øllum kunnugt avlýst vegna korona í 2021, men fyrireikingarnar eru ígongd við at fyrireika Atlantic Fair 2022.

Herfyri var Áki í Skemmuni, fyriskipari av Atlantic Fair, og heilsaði uppá Karl Johansen, borgarstjóra, har teir fingu møguleika at tosa um framtíðar ætlanir fyri Atlantic Fair og týdningin av at hava eina tílíka, altjóða stevnu í Klaksvík.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at Klaksvíkar kommuna fær heiðurin at bjóða føroyskum og útlendskum fyritøkum vælkomnum til Klaksvíkar.

-          Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at kommunan skapar karmar fyri, at okkara fyritøkur kunnu samstarva og netverka í sínum egna umhvørvið. Tað er hetta samstarvið, sum í famtíðini skal skapa okkara vøkstur á fiskivunnuøkinum, har Klaksvík framhaldandi skal bjóða seg fram sum veitari til maritimu vinnuna.

Tiltakið, Atlantic Fair, hevur ment seg sera nógv ár um ár og vorðin ein áhugaverdur sýnisgluggi á altjóða støði, har bæði føroyskir og útlendskir veitarar sýna fram við tí nýggjasta nýggja.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy