Tíðindi

09.06.2021
Ung í arbeiði í Klaksvíkar kommunu

Nú er klárt at søkja starv í Ung í Arbeiði. Skipanin er fyri ung, sum ynskja eitt summarstarv, og sum eru í aldrinum 15-16 ár.

Ung í Arbeiði hevur 20 leys størv at søkja, sum í høvuðsheitum fevna um at fríðka kommunal økir, so sum kirkjugarðar, grøn økir, havna- og kaj økið v.m. Vit leita eftir frískum ungum, ið hava hug og møguleika at arbeiða frá miðjan juni til 20. august.

Hevur hetta tí áhuga?
Um hetta hevur tín áhugað, so er at skunda sær at senda eina umsókn. Umsóknarfreistin er mándagin 17. juni, og samrøðurnar verða hildnar leypandi. Samrøðurnar verða hildnar í Íverksetarahúsinum. Endamálið við samrøðunum er at para ungu arbeiðstakararnar og tøku arbeiðsplássini so væl sum gjørligt við atliti til royndir og áhugamál.

MELDA TIL UNG Í ARBEIÐI
Søk summarstarv hjá Ung í Arbeiði her: UIA 2021. Endaliga tilmeldingin er treytað av, at umsøkjarin møtir til samrøðuna. Til ber at lesa meira um Ung í arbeiði á www.klaksvik.fo/uia

Onnur tíðindi
27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

25.06.2025

Býráðsskráin 26. juni 2025

24.06.2025

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin