Tíðindi
Eitt starv sum barnsburðaravloysari fyri sosialráðgeva hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum er leyst at søkja. Starvstíðin er í tíðarskeiðinum frá 1. august 2021, ella skjótast tilber, til 1. septembur 2022. Arbeiðstíðín er 35 tímar um vikuna.
Um Barnaverndartænastuna í Norðyggjum:
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um Fugloyar, Kunoyar, Hvannasunds, Viðareiðis og Klaksvíkar kommunur. Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk. Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan.
Starvið:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
- at ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum
- at ráðgeva barnaverdarnevndini í lóg um Barnavernd
- at fyrireika mál til nevndarviðgerð
- at seta í verk fyriskipanir og fylgja teimum upp
- at virka sum samskipari í málum, har fleiri myndugleikar eru við
- at samstarva tvørfakliga
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
- er útbúgvin sosialráðgevi ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
- hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir
- hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
- megnar at vera nágreinilig/ur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
- megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
- hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg í skrift og í talu
- er fleksibul
Vit bjóða tær:
- eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
- góðar starvsfelagar
- supervisión
Setanarviðurskifti:
Starvið, sum er 35 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 21. juli 2021
Tú søkir starvið við at trýsta leinkjuna her: Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Fólkatingslimir á vitjan

Skráin er tøk!

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag
