Tíðindi

08.07.2021
Námsfrøðingar / hjálparfólk til Snjallubjallu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingum / hjálparfólki til Snjallubjallu at byrja 16. august 2021. Snjallabjalla húsast á Skúlavegi 1, Garðalisu og í Skákinum, har okkara serstova heldur til. Snjallabjalla hevur opið frá kl 11.00 til 17.00 og er starvstíðin í hesum tíðarskeiði.

Tvey størv eru leys at søkja. Vit sóknast eftir:

  • Einum námsfrøðingi ella hjálparfólki til eitt starv á 26 tímar pr. viku. 
  • Einum námsfrøðingi ella hjálparfólki til sertilboðið í Skákinum. Starvið er 25 tímar pr. viku

Snjallabjalla skal vera eitt mennandi og  gott stað/umhvørvi  at vera í. Tí leggja vit m.a. dent á at okkara starvsfólk eru:

  • Skikkað starvsfólk. Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørvin hjá einstaka barninum. 
  • Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til aldur, kyn, áhuga og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.
  • Dialog. Tað merkir, at sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.
  • Fysiskar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald á frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka. 

Sum starvsfólk skalt tú, saman við børnunum, seta ting í gongd og harvið vera partur av at gera dagin í frítíðarstovninum spennandi og mennandi. Í Skákinum skal arbeiðið leggjast til rættis eftir tørvinum hjá børnunum, sum koma at vera har og havast skal í huga, hvat tey megna og hvussu nógv tey megna. 

Umsókn og setanartreytir
Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmálan millum KAF og Føroya Pedagogfelag. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Klakstein, leiðara á tlf 218878. Tú kanst eisini vitja okkum á www.snjallabjalla.fo

Umsókn saman við prógvi og viðmælum skal vera kommununi í hendi innan fríggjadagin 23. juli. Umsóknin verður send við at trýsta á leinkjuna her: "Starvsfólk til Snjallubjallu"

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars