Tíðindi

13.07.2021
Tannlæknaleiðari til Klaksvíkar kommunalu barnatannrøkt

Klaksvíkar kommunala barnatannrøkt søkir eftir tannlæknaleiðara at byrja 1. septembur 2021 ella skjótast møguliga.

Barnatannrøktin fevnir um 9 starvsfólk, sum samanlagt taka sær av fyribyrging og viðgerð av umleið 1500 børnum og ungum 0-18 ár. Samstarvsavtala er við privatan sertannlækna um sertannviðgerðina.

Millum uppgávurnar og ábyrgdirnar hjá tannlæknaleiðaranum eru:

  • Ábyrgd og skipan av tí dagliga rakstrinum, umsiting og starvsfólkaleiðslu
  • Fíggjarætlanarlegging og fíggjarstýring
  • Luttøka í tannlæknaarbeiði
  • Ráðgeving og vegleiðing av starvsfólkunum í barnatannrøktini
  • Hava fokus á felagsskapin og trivnaðin hjá starvsfólkunum
  • Styrkja og menna tað profylaktiska og heilsufyribyrgjandi arbeiðið

Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi við stabilum og engageraðum starvsfólkum. Arbeiðstónin er vinarligur og óhátíðarligur. Fyri stuttum varð sertannviðgerðin útveitt til privatan sertannlækna, og tí er fokus í løtuni eisini á at laga og menna virksemið eftir broyttu umstøðunum, har millum annað dentur verður lagdur á fyribyrgjandi arbeið.

Vit vænta, at tú sum tannlæknaleiðari, hevur áhuga í leiðslu, og hevur góð samstarvsevnir, at tú ert ein fakliga dugnaligur tannlækni og hevur ein týðiligan, engagerandi og viðurkennandi leiðsluhátt. Royndir innan leiðslu og fyrisiting kann verða ein fyrimunur. Við okkara umleið 1500 kundum hava vit somuleiðis tørv á, at tú ert opin, fyrikomandi og leggur dent á at veita eina góða tænastu, samstundis sum tú vilt arbeiða fyri støðugt at menna Barnatannrøktina.

 

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv sambært sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) og Tannlæknafelagið. Í løtuni er starvið sett saman av umleið 4 døgum við tannlæknaarbeiði og 1 degi til tað umsitingarliga.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast hjá John Færø, trivnaðarstjóra, tlf. 222216 ella Unn Jacobsen tannlæknaleiðara, tlf. +298 585916

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 22. juli 2021 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her “Leiðari til barnatannrøktina”.

Onnur tíðindi
03.10.2022

Matr. nr. 1185 lýst til sølu

03.10.2022

Jústabrekka 1 til sølu

03.10.2022

Burturbeining av leivdum frá fletting

01.10.2022

Rennibreytin tikin í nýtslu