Tíðindi

19.07.2021
Húsavørður til dagstovnaøkið - endurlýsing

Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum húsavørði til dagstovnaøkið at byrja skjótast gjørligt. Dagstovnarnir hjá kommununi eru 6 í tali umframt frítíðarskúli, og kemur tú saman við øðrum húsavørði at hava dagliga umsjón við hesum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um ymiskar fyrifallandi uppgávur á dagstovnunum, viðlíkahald av bygningunum, bæði inni og úti, umframt uttanumøki og spæliplássini hjá barnagørðunum. 

Førleikakrøv

  • Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og eina handverkaraútbúgving at stuðla undir hetta, t.d. timburmaður, húsasmiður e.l.
  • Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi og lættliga kunna fara til verka við teimum fjølbroyttu uppgávunum á dagstovnunum.
  • Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, ágrýtin og røkin. Tað hevur týdning, at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvat tørvur er á í mun til viðlíkahald o.a. 
  • Verða fyrikomandi og duga at samskifta við bæði børn og vaksin.
  • Tú skalt hava koyrikort til persónbil 

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag. Lønartalvan sæst á www.kaf.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niels Juel, barnaansingarsamskipara, á  tlf. 284538

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast 1. august 2021.

Tú søkir starvið við at trýsta leinkjuna her: “Húsavørður til dagstovnaøkið".

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað