Tíðindi

11.11.2021
Vikarar til Blákolluna

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkahópinum í Blákolluni, tí vit søkja vikarar at byrja skjótast gjørligt. Hetta er sostatt eitt gylt høvi hjá tær, at nema tær vitan innan dagstovnaøki hjá Klaksvíkar kommunu, har tú fært møguleika at virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.

Sum vikarur vænta vit at tú ert:

  • Fleksibul
  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Jalig/ur
  • Nærverandi og vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
  • Skjót/ur at tillaga teg teimum børnum og uppgávum, ið dagurin hevur at bjóða
  • Opin fyri at læra hvussu tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um tímalønt arbeiði, har tímatalið broytist frá viku til viku. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara, á tlf. 284538 

Umsóknin og møgulig viðmæli skal vera kommununi í hendi seinast mikudagin 8. desembur. Gev gætur, starvið verður sett skjótast gjørligt og kann verða sett leypandi. 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: "Vikarar til Blákolluna".

 

Blákollan er ein kommunalur stovnur, ið lat upp 1. januar 2001. Stovnurin er staðsettur á Kjalarvegnum í Klaksvík, og er innrættaður í trimum hæddum við einari stovu á hvørjari hædd. Stovnurin hevur vøggustovu, smábarnastovu og barnagarðsstovu og fevnir soleiðis um børn í aldrinum 0-6 ár.

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku