Tíðindi

12.11.2021
Korona tiltøkini broytast

Tað er sjálvsagt torført at rokna út, hvussu víðari gongdin við korona-smittuni verður, men Klaksvíkar kommuna vónar, at tað ikki verður leingi, til borgarar aftur kunnu fáa ein vanligan gerandisdag, soleiðis at øll kommunal tilboð aftur kunnu fáa fullan virkna.

Støðan seinastu tíðina er batnað, men framvegis verða nøkur av tilboðnum avmarkaði.

Í samráð við heilsufakligu ráðgevingina verða tilboðini á m.a. trivnaðarøkinum skipaði soleiðis í komandi viku:

 

Dagstovnarnir

Dagstovnarnir hava opið.

 

Kommunala dagrøktin

Dagrøktin hevur opið. Tó hevur spælistovan framvegis stongt. 

 

Frítíðarskúlin

Snjallabjalla hevur einans opið fyri 1. flokki. Hetta er fyri at minka um stórar bólkar, sum fara tvørtur um árgangir. 1. flokkarnir verða somuleiðis býttir sundur millum hølini í Snjallubjallu og Garðalisu.

 

Húsið

Húsið hevur framvegis stongt.

 

Skúlatrøð

Skúlaleiðslan á Skúlatrøð hevur boðað kommununi frá, at næmingarnir í komandi viku fylgja vanligu tímatalvuni, hóast onkrar tillagingar verða gjørdar í skúladegnum. Mælt verður m.a. til flokseinsemi sum merkir, at skipa verður ikki fyri undirvísing og øðrum tiltøkum tvørtur um flokkar.

 

Tónlistaskúlin

Tónlistaskúlin hevur somuleiðis boðað kommununi frá, at undirvísingin byrjar aftur mánadagin.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy