Tíðindi

18.11.2021
Gongubreytirnar Niðan horn eru lidnar

Arbeiðið við at gera gongubreytirnar Niðan horn tryggar og snøggar er loksins liðugt.

Arbeiðið við at tryggja umstøðurnar Niðan horn hevur verið leingi ávegis, men í dag legði Plan Asfalt seinastu hond á arbeiðið við at asfaltera gongubreytirnar Niðan horn og niðara síðu á Rættargøtu. 

Eftir er síðan at asfaltera vegin. Hetta arbeiðið fer i gongd, tá ið asfalteringsarbeiði á Stangavegnum er liðugt. Um veðrið er til vildar, so væntast hetta at fara í gongd hósdagin 25. november 2021 og eftir tað verður farið Niðan Horn at asfaltera. HJ Asfalt stendur fyri hesum arbeiðinum.

Arbeiðið er liður í ætlanini at byggja nýggjar býlingar á Fossum, og í tí sambandi hevur tað verið mett neyðugt fyrst at fáa trygdina í ordan Niðan Horn.

Harumframt hevur kommunan gjørt ein grótgarð, sum stuðlar undir síðuvegnum, sum er atkomuvegur Niðan horn 20-28. Hetta fríðkar somuleiðis um økið og ger kringumstøðurnar betri.

Onnur tíðindi
24.09.2026

Faðir og dóttir á býráðsfundi

24.09.2026

Stongt vegna jarðarferð

23.09.2026

Býráðsskráin 24. september

23.09.2026

Sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í Norð­oyggum