Tíðindi

24.11.2021
Gunhild hevur teknað jólakortið hjá borgarstjóranum

Tað er vakra jólatekningin hjá Gunhild Arge Joensen, sum í ár prýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- Heimatænastu.

Seinastu árini hava børn í fyrsta og øðrum flokki luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Tá ið freistin var farin, vóru nærum 200 tekningar komnar inn, og vinnarin gjørdist 8 ára gamla Gunhild Arge Joensen, sum gongur í 2. b á Skúlatrøð. 

Í dag vitjaði Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, á Skúlatrøð og í Snjallubjallu, har hann handaði Gunhild eina gávu og fyrsta jólakortið. Eisini fóru borgarstjórin og Gunhild á gátt í hinum 2. flokkunum og í Snjallubjallu, har tey bjóðaðu øllum børnunum okkurt søtt.

Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskja Gunhild hjartaliga til lukku, og takka børnunum fyri tær mongu vøkru tekningarnar, sum komu inn.

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt