Tíðindi

17.12.2021
Reingerðarfólk til Dr. Margrethu Barnagarð

Vit søkja eftir nærløgdum og álítandi reingerðarfólki til Dr.Margrethu Barnagarð, at byrja 3.januar 2022.

Arbeiðsuppgávur 
Daglig reingerð, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð.

  • Vaska verður eftir at børnini eru farin heim
  • Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum
  • Sum persónur ert tú røkin, arbeiðsom/samur og samstarvssinnað/ur
  • Starvið tillagar seg nýtsluna á stovninum

Dentur verður lagdur á tað góða samstarvið ímillum øll starvsfólkini á stovninum.

Setanarviðurskifti 
Talan er um tímalønt starv á upp til 12,5 tímar um vikuna, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu/mannafelag. Vaskast kann ímillum klokkan 17.00 og 22.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marjun Lassen, leiðara, á tel. 212557 ella Vivian B Samson, varaleiðara, á tel. 225719. 

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 29.december 2021, og skal sendast umvegis teldupost til margretha@margretha.fo

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað