Tíðindi

13.01.2022
Veðrið ávirkar virksemið á skoytubreytini

Øllum kunnugt, so hevur veðrið seinastu dagarnar ikki verið serliga gott. Vindur og regn ávirka umstøðurnar at skoyta sera nógv, og tí verður neyðugt at steingja skoytubreytina í nakrar dagar.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at í hesum tíðarskeiðinum, har skoytubreytin hevur havt opið, hevur tað nærum ongantíð verið neyðugt at tillaga upplatingartíðirnar, og tað er at fegnast um.

- Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, og tað hevur heilt sikkurt spælt ein týðandi leiklut at halda skoytubreytina opna, tí tað hava verið aðrir illveðursdagar, har tað ikki hevur verið neyðugt at steingja. Tað er avgjørt ein bati samanborið við undanfarin ár.

- Vit vóna sjálvandi, at vit sum skjótast kunnu lata skoytubreytina uppaftur. Í øllum førum er ætlanin at hava skoytubreytina opna í eina tíð aftrat, sigur borgarstjórin.

Kunnað verður á heimasíðuni og á facebook síðuni hjá Skoytubreytini, tá ið aftur verður møguligt at skoyta.  

Onnur tíðindi
31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík