Tíðindi

17.05.2022
Borgarstjórin bjóðaði vælkomin á Atlantic Fair

Fyrrapartin í dag læt Atlantic Fair dyrnar upp til Føroya størstu vørusýning, sum fyrst og fremst er ætlað fiskivinnu og tænastuvinnu til fiskiídnaðin. Komandi dagarnar verður Klaksvík karmur um 190 fyritøkur úr øllum heiminum, sum vísa nýggjastu tøknina fram.

Klaksvíkar kommunu hevur verið vertur fyri hesi altjóða maritimu vinnumessu síðan 2011. Vinnumessan hevur gjøgnum árini ment seg til ein áhugaverdan sýnisglugga hjá bæði føroyskum og útlendskum veitarum og keyparum. Vinnustevnan er vanliga sera væl umtókt. Seinast Atlantic fair var á skrá, vóru eini 5.000 gestir og vitjaðu vinnumessuna í Klaksvík.

Kl. 10.00 í morgun lótu dyrnar upp, tá Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, settisíðan Atlantic Fair. Vørumessan heldur fram til hósdagin 19. mai kl. 17.00.

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað