Tíðindi

23.05.2022
Námsfrøðingar til Dr. Margrethu Barnagarð

Søkt verður eftir fýra námsfrøðingum at byrja 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru á 30  tímar um vikuna í barnagarðs- /vøggustovu. Arbeiðstíðin er millum kl. 07.30 og 17.00.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fært møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikahallirnar, svimjihøllina, bókasavn og ikki so langt frá fjøru og haga. Hetta eru møguleikar, sum vit brúka nógv.

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og er lønarsatsurin 11 / 23.

Umsókn við prógvi, arbeiðsroyndum og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi  tann 16. juni 2022 kl. 12.00. Send umsóknina til margretha@margretha.fo

Um námsfrøðingar ikki søkja starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita um størvini, við at ringja til Hedvig Waagstein, varaleiðara, á tel. 216734. Les meira á www.margretha.fo 

 

DR. Margerthu Barnagarður
Gerðagøta  FO-700
Tel. 455557
Teldupost: margretha@margretha.fo 

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt