Tíðindi

04.07.2025
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan líkvogn

Á middegi í dag kom nýggi líkbilurin til Klaksvíkar. Leiðarin í Kirkjugarðinum, Jakobina Joensen, sigur, at hetta arbeiðið hevur verið drúgt, og tí er kenslan ómetaliga góð, nú nýggi bilurin er komin.

- Gamli líkbilurin hevur tænt arbeiðinum væl, men aftaná 20 ár var tíðin komin til at skifta bilin út.  

- Ein slíkur bilur er heldur ikki lættur at fáa fatur á. Krøvini til bilin eru høg, teknologiin framkomin og fyritøkurnar, sum framleiða líkbilar, fækkast. Í øllum førum um okkara leiðir.

- Tað kann tykjast óneyðugt at gera eina íløgu í ein bil, sum man vónar bara koyrir hægst neyðugt, men tað hevur týðning, at júst hesin seinasti túrurin verður koyrdur í virðiligum umstøðum, sigur Jakobina.

Bæði starvsfólk í kirkjugarðinum og Jan Askham, leiðari í Smiðjuni, hava verið partur av hesi tilgongdini. Tey eru væl nøgd við bilin, og vóna sjálvsagt at bilurin fer at roynast væl.

Onnur tíðindi
03.03.2026

Upptøka á vallista

02.03.2026

Kaðalarbeiði á Vágsgeil

02.03.2026

Filmskvøld og prát um skisofreni

02.03.2026

Flyta fundir í samband við val