Tíðindi

24.06.2022
Søkt verður eftir námsfrøðingum/hjálparfólki til Snjallubjallu

Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum námsfrøðingum til Snjallubjallu at byrja 18. august 2022. Snjallabjalla er kommunala frítíðartilboðið til 1. og 2. flokk. Í Snjallabjallu leggja vit stóran dent á at børnini, saman við starvsfólkum, hava rúm og umstøður at skapa teirra frítíð sjálvi. Snjallabjalla húsast á Skúlavegi 1 og hevur opið frá kl 11.00 til 17.00 og er starvstíðin í hesum tíðarskeiði.

Vit sóknast eftir:

  • Námsfrøðingi ella hjálparfólki 28 tímar um vikuna
  • Námfrøðingi ella hjálparfólki til Skákið (serstova) 25 tímar um vikuna

Kommunan vil, at Snjallabjalla skal vera eitt mennandi og  gott stað/umhvørvi  at vera í. Vit leggja m.a.  dent á:

  • Skikkað  starvsfólk.  Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørv barnanna eftir teirra fortreytum. 
  • Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. At børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhuga og at dentur verður lagdur á frið og samljóð.
  • Dialog. Tað merkir, at sjónskt og skapandi samstarv er millum foreldur, skúla og frítíðarstovn. At eitt gott og samskipað kunningarstøði er millum skúlan og frítíðarstovnin.
  • Fysiskar karmar. Tað merkir, at karmar um og innihald í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka.


Sum starvsfólk skalt tú, saman við børnunum, seta ting í gongd og harvið vera partur av at gera dagin í frítíðar-stovninum spennandi og mennandi. 
Í Skákinum skal arbeiðið leggjast til rættis eftir tørvinum hjá børnunum. Havast skal í huga, hvat børnini megna og hvussu nógv tey megna.

Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Klakstein, leiðara á tlf 218878. Tú kanst eisini vitja okkum á www.snjallabjalla.fo

Umsókn: 
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 10. juli 2022. 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Snjallubjallu.

Onnur tíðindi
11.08.2022

Rennybreytin verður málað

09.08.2022

Kunningarfundur um heilsufótbólt

08.08.2022

Køksfólk til Snjallubjallu

07.08.2022

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til Blákolluna