Tíðindi

28.06.2022
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til Barnahúsið Margit

Hevur tú hug at arbeiða niðursetta tíð? Barnahúsið Margit søkir eftir einum námsfrøðingi ella hjálparfólki at byrja 8. august ella eftir nærri avtalu.

Starvstíðin er 15 tímar um vikuna. Tímarnir eru deildir yvir 2-3 dagar. So møguleiki er at lesa ella at hava annað starv við síðuna av. Tímarnir eru í vøggustovu. 

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina serstovu. Barnahúsið Margit er normerað til 66 børn. 

Vit hava eina menningarætlan, sum er grundarlagið undir okkara námsfrøðiliga arbeiði;  harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í okkara arbeiði. Les meira um menningarætlanina her: https://www.klaksvik.fo/dagstovnar

Vit ynskja at tú:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • er opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • hevur lætt og jaligt lyndi
  • dugir at seta í gongd
  • leggur seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • sær møguleikar í øllum børnum
  • vil vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga
  • er tilvitað/ur um menning fyri tað einstaka barnið
  • er týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv


Lønar- og setanarviðurskifti:
Talan er um eitt starv á 15 tímar. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella við telduposti: margit@klaksvik.fo

Umsóknir:
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. juli 2022. 


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Barnahúsið Margit

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy