Tíðindi

25.07.2022
Námsfrøðingur til Fjallafípuna

Fjallafípan søkir eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna. Starvsbyrjan er 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu.

Í Fjallafípuni ganga børn í aldrinum 5-7 ár. Staðsetingin úti í Grøv merkir, at náttúruumhvørvið – viðarlundin, fjøran, áin og hagin, seta sín dám á gerandisdagin í Fjallafípuni. Í námsfrøðiliga arbeiðinum verður dentur lagdur á menningarætlanir, sum eru til gagns fyri hvørt einstakt barn.

Arbeitt verður eisini við “Betri vinir”, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing.

Vit vænta av tær:
- At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
- At tú ert álítandi og nærverandi
- At tú møtir væl upp og ert ábyrgdarfull/ur
- At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
- At tú ert fleksibul
- At tær dámar væl at vera úti og brúka náttútuna, sum ein part av arbeiðinum

Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um starv á 30 tímar. Starvsbyrjan er 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Meira fæst at vita, við at venda sær til Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á tlf. 251111


Umsókn: 
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 7. august 2022. 


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingur til Fjallafípuna

Onnur tíðindi
11.08.2022

Rennybreytin verður málað

09.08.2022

Kunningarfundur um heilsufótbólt

08.08.2022

Køksfólk til Snjallubjallu

07.08.2022

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til Blákolluna