Tíðindi

24.08.2022
Amerikanski sendiharrin vísti stóran áhuga

Seinnapartin í dag var nýggi amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Alan Leventhal, á vitjan í Klaksvík. Endamálið við vitjanini er at kunna seg um føroysk viðurskifti og samstundis menna sambandið millum londini. Nýggi sendiharrin vitjaði saman við konuni, Sherry, og embætisfólkum.

Karl Johansen, borgarstjóri, er staddur uttanlands, og tí vóru tað Atli S. Justinussen, varaborgarstjóri, og Eyðstein Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, sum vóru vertir fyri vitjanini.

Vitjanin byrjaði við einari máltíð í miðstovu í Norðoya Fornminnissavni. Prátað varð um ymisk felags áhugamál, og eisini bleiv tosað um møguleikar við øktum samstarvi millum londini. Sendiharrin segði seg hava stóran áhuga fyri fiskiskapi og skipum, og tí varð eisini spákað ein túr oman á longu kaj, har Polarstjørnan lá.
Eftir vitjanina í Norðoya Fornminnissavni varð vitjað á Skúlatrøð, har Vagn Foldbo, skúlastjóri, og Leivur Vitalis, varaskúlastjóri, tóku í móti. Eftir eina styttri framløgu varð nýggja skúlin vístur fram fyri amerikanska ferðalagnum.

Vitjanin endaði við einari styttri vitjan í Christianskirkjuni, har Marjun Lómaklett, prestur, tók ímóti. Marjun greiddi frá um Christianskirkjuna og týdningin av kristindómi í føroyska samfelagnum. Eisini varð farið í kirkjukjallaran, har tey vitjandi fingu møguleika at síggja listina hjá Edvardi Fuglø. Edvard hevur evnað tíggju listaverk, skorin úr træ, sum lýsa Jesu lív frá føðing til uppreisn.

Amerikonsku gestirnir vóru væl nøgdir við vitjanina og blíðskapin í Klaksvík. Tey komu til Føroyar mánadagin og fara aftur til Danmarkar fríggjadagin.

Onnur tíðindi
01.07.2025

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

30.06.2025

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ-høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað